Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri vinnuferð við beinleiðis flogfari til Nuuk. Ferðin gevur fyritøkum høvi at koma nærri grønlendska marknaðinum, styrkja sambondini millum føroyskt og grønlendskt vinnulív og kanna nýggjar møguleikar fyri samstarvi.
Á skránni eru vitjanir, framløgur og høvi at hitta viðkomandi aktørar. Ferðin sameinir fakligt innihald, netverkan og góðar upplivingar í væl skipaðum karmum. Tíð verður eisini sett av, so luttakararnir kunnu røkja síni egnu sambond.